Teitur Lassen spælir í kvøld seinastu konsertina á konsertferð, sum hann hevur havt í Bretland Í gjárkvøldið spældi Teitur Lassen í Glasgow í Skotlandi, og í kvøld fer Teitur á pallin í Aberdeen.
Hetta er seinasta framførslan av eini røð, sum Teitur hevur havt í Onglandi, Skotlandi, Írlandi og Wales.
Á konsertferðini hevur Teitur spælt í býum sum London, Newcastle, Dublin, Birmingham, Manchester og Cardiff.
Konsertin við Teiti Lassen í Aberdeen verður á spælistaðnum Lemon Tree.