Beint eftir páskir fær Konsertfelagið vitjan av donsku Corona Guitarhvartett, sum er mannað við Per Dybro Sørensen, Volkman Zimmermann, Tom Roy Nielsen og havnarmanninum Ólavi Jakobsen.
Kvartettin fer í døgunum 14. til 18. apríl at halda konsertir í Havn, Runavík og í Klaksvík.
Skráin er sera fjølbroytt við verkum frá øllum tíðum tónlistarsøgunnar, alt frá endurreisnartíðini til nútíðartónleik.
Fyrsta konsertin verður í Mariukirkjuni 14. apríl, onnu umborð á Høganesi í Runavík 15. apríl. Triðja konsertin verður í Klaksvík 16. apríl. Í samband við ta konsertina verður skipað fyri samanspæli við guitarnæmingum í musikkskúlanum og eisini verða skúlakonsertir í Klaksvík
Seinasta konsertin á ferðini verður í Norðurlandahúsinum 18. apríl.
Sama dag verður eisini skipað fyri workshop fyri tónaskøldum í Listaskálanum.