Konsertfelagið skipar fyri konsertum við klaverleikara

Nýggj nevnd er sett í Konsertfelagnum, og nýggja nevndin hevur longu stáplað fyrstu konsertirnar upp á beinini.

Fyrstu konsertirnar, sum nýggja nevndin í Konsertfelagnum, Ann Mari Hentze, Jakku Heinesen, Birgitte Schnakenburg, Helga Gerðalíð og Gudmund Mortensen, formaður, fyriskipar, verða í næstu viku við klaverleikaranum Torsten Juul-Borre.

 

Torsten Juul-Borre er sera virkin sum konsertpianistur, bæði í Evropa og USA, eisini hevur hann spælt konsertir á fleiri av gomlu, søguligu orglunum í Evropa.

 

Torsten Juul-Borre fer at spæla verk av Edvard Grieg, Maurice Ravel, Frederic Chopin og eina sonatu av ungaranum Frederic Balazs.

 

Konsertirnar verða hósdagin 3. september klokkan 20 i Mentunarhúsinum í Fuglafirði og leygardagin 5. september klokkan 16 í Norðurlandahúsinum.