Konsertfelagið varð stovnað hin 19. desember 1979 og verður sostatt 25 ár fyrsta dagin.
Í fyrstu nevndina vóru vald Volker Immanuel Behrens, Kristian Meitil, Elin Súsanna Jacobsen, Ólavur Hátún og Árni Hansen. Hesi vóru eisini stigtakarar til felagið.
Konsertfelagið hevur gjøgnum hesi 25 árini skipa fyri hópin av kamarkonsertum, bæði við føroysk-um og útlendskum tónleikarum.
Í márs í ár varð nýggj nevnd vald. Í henni sita: Monica Stauss Jeonsen, formaður, Ólavur Jakob-sen, næstformaður, Árni Hansen, kassameistari, Christian Andreasen, skrivari og Poul Jákup Thomsen nevndarlimur.
Skráin fyri 2005 er um at vera liðug og kemur at síggja soleiðis út:
Januar:
Michala Petri, blokkfloyta og Lars Hanibal, gittar.
Februar:
Øssur Bæk, violin og Jóhannes Andreasen, klaver.
Apríl:
Kim Sjøgren, violin saman við pianisti.
September:
Toke Lund Christiansen, floyta og Elisabeth Westenholz, klaver.
Oktober:
Blásarakvartett Reykjavíkur.
November:
Kaare Norge, gittar.
Desember:
Jólamatiné í Havnar Kirkju.