Heimamissiónin, sum í farnu viku skipaði fyri árliga sangskeiðinum á leguhúsinum í Nesvík, hevði syrgt fyri góðum endabresti í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Konsertin, ið vardi knappar tveir tímar, var øll, sum hon varð, sera góð og gjøgnumhugsað. Heimamissiónin hevði í ár fingið fatur á norska Ole Lotterud at stjórna kórinum, og ikki kann sigast annað enn, at hann kom væl frá uppgávuni.
Fríðrikskirkjan var fullsett, og fólk vóru biðin um at seta seg tættari enn vanligt, tá konsertin byrjaði. Nøkur vóru tó so óheppin at standa alla konsertina, men kanska gjørdi hetta ikki mun. Lagið var gott undan konsertini, og tað gjørdist ikki verri, tá konsertin var liðug.
Børnini løgdu fyri
Fyrst á skránni var barnakórið, sum eisini hevði verið á sangskeiðinum.
Tummas Pauli Mýri og Hans Michael í Mittúni høvdu í ár fingið uppgávuna at leiða barnakórið. Tey sungu tríggjar vakrar sangir, og ein saman við teimum vaksnu. Til allar sangirnar vóru solo-sangarar, og hetta vísir bara, at vit eiga her heima á klettunum nakrar ungar og dugnaligar sangarar og tónleikarar, sum vit við árunum kanska fara at hoyra meir til. Barnakórið taldi íalt um 70 børn.
Seinni kom so størra kórið út at framføra. Tey høvdu vant ikki minni enn 14 sangir til konsertina. Nakrir av hesum sangum vóru heldur serligari enn hinir. Talan er um teir fimm: Mannamúgvan stúgvað er, He heals the brokenhearted, Síðsta ferð um fjørð, Sigurin og Syng Gudi lov. Hesir hava fyrr verið á skránni, tá sangskeið hava verið hildin. Nú høvdu tey so tikið hesar fimm og viðgjørt teir sum evni. Tey hava havt fimm bíbliutímar um hesar sangir, so tey rættiliga kundu skilja teir og veruliga vita, hvat tað var, tey sungu um. Hesir sangir vóru settir mitt í skránna, kanska so kórið fekk hita eitt sindur upp til høvið.
Til næstan hvønn sang vóru solo- sangarar, sum veruliga dugdu sítt. Ole Lotterud, kórleiðarin, dugdi eisini at fáa rættiligt lív í. Hann stóð frammanfyri kórinum og livdi seg inní sangirnar, líka sum alt kórið. Hann gekk síðani út millum áhoyrararnar, og vildi hava tey at syngja við til tann eina sangin. Hann fekk til endans áhoyrararnar at stilla seg upp og syngja við av hjartans gleði. Hetta fekk veruliga lív í áhoyrararnar, sum kortini vóru við uppá alt frá byrjan av, og tað merktist væl, at kirkjan var á tremur av væl fornøjaðum gestum.
Jubileum
Heimamissiónin hevði gjørt nógv burturúr sangskeiðinum hesa ferð, væl merkt av tí, at hetta var 25unda ferðin. Luttakaratalið var á leið tað saman sum í fjør, og hetta er bert at fegnast yvir. Kórið, sum taldi um 140 sangarar, dugdi sera væl at framføra, og man leggur til merkis, at hetta er okkurt, sum kemur úr hjartanum. At man tá hevur ein fantastiskan kórleiðara, ger tað absolutt ikki verri, tvørturímóti.
Lagt er upp til eina líka góða konsert næstu ferð tað verður. Nakrir av sangarunum eru til sangskeiðið hvørt ár, og tískil verður kórið royndari fyri hvørja ferð. At ungfólk koma uppí er eitt pluss. Hesi duga at læra av teimum meira eldru og royndu sangarunum, og samstundis, at man hevur góðan kórleiðara, sum hevur holla kenning til kórvenjing og sang, og kanska dugir væl at læra frá sær.
Tað 25unda sangskeiðið hjá Heimamissiónini er nú farið aftur um bak. Eftir er bert hjá sangarunum at gleða seg til næstu ferð, og somuleiðis hjá øllum vælnøgdu áhoyrarunum.










