Konsert við Tórshavnar Manskóri og Den norske Studentersangforening

Konsert verður við Tórshavnar Manskóri og Den norske Studentersangforening í Hátúni leygarkvøldið.

 

Nú nærkast av álvara til stóru manskórkonsertina, sum verður í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla leygarkvøldið klokkan 19.00.

 

Tað er Tórshavnar Manskór, sum er vertur fyri Den norske Studentersangforening, ið er í Føroyum fyri fyrstu ferð, og bæði kórini fara á pallin leyarkvøldið.

 

Kórini syngja nakrar sangir hvør sær og syngja eisini nakrar sangir saman, og tá er talan um eitt rættiliga stórt felagskór, sum telur umleið 100 mans.

 

Konsertin verður sum sagt í Hátúni í Musikkskálanum við Landavegin leygarkvøldið, sum er 21. september, klokkan 19.00, og atgongumerkini kunnu keypast á atgongumerki.fo.

 

##med2##