Konsert við Mpiri í Vor Frelsers Kirke

Mpiri – føroyski vokalbólkurin í Keypmannahavn – hevur konsert sunnudagin 15. mars kl. 15:00 í Vor Frelsers Kirke á Christianshavn.

Mpiri – føroyski vokalbólkurin í Keypmannahavn – hevur konsert sunnudagin 15. mars kl. 15:00 í Vor Frelsers Kirke á Christianshavn.

 

Á konsertini verða framførd fleiri verk úr verkætlanini Innlit. M.a. verður frumframførsla av verkinum Early September Blues, sum bretin Gavin Bryars hevur sett saman burturúr yrking hjá Carl Jóhan Jensen.

 

Innlit er ein verkætlan, sum Mpiri hevur arbeitt við í eitt longri tíðarskeið. Verkætlanin hevur til endamáls at blæsa nýggjar tónar inn í føroyska kórtónleikaheimin, eins og danin Vagn Holmboe gjørdi í 1965, tá hann gav út kórtónleikasbókina Sange mod Vårdybet, sum var gjørd úr yrkingum hjá Williami Heinesen.

 

Nú 50 ár eru liðin síðan Holmboe blæsti nýggjar tónar inn í føroyska kórheimin, hevur Mpiri fingið sjey tónaskøld úr føroysku grannalondunum (Noregi, Svøríki, Danmark, Onglandi, Skotlandi og Íslandi) at gera teimum 9 verk til nútímans føroyskar yrkingar.