Kristina Bærendsen framførir í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hóskvøldið 11. juni. kl. 20.00.
Tá ið songkvinnan trínur á pallin hetta kvøldið, fer hon at framføra løg av vælumtóktu fløgum hennara, umframt onnur kend countryløg.
Kristina, ið er á konsertferð í Danmark í juni, hevur eisini konsertir í Jútlandi. Við sær á ferðini hevur hon tveir royndar tónleikarar - Michael Kratz og Marner av Lofti.
Kristina hevur givið tvær fløgur út. Í 2012 kom plátan við heitinum “Kristina” á føroyska marknaðin. Fløgan gjørdist ein tann mest selda og spælda fløgan í Føroyum hetta árið.
Í 2014 kom fløgan “Nothing ́s Here To Stay” á marknaðin. Fløgan, ið er á enskum, varð væl móttikin í Føroyum og uttanlands.