Konsert við Holgar og Tórfríð á youtube

Uppliv eina heila konsert við Holgar og Tórfríð, har løg av teimum seinastu fløgunum hjá Holgar verða spæld.

Í sambandi við teirra útgávu í fjør hildu Holgar Jacobsen og Tórfríð Tavsen útgávukonsertir kring landið, ein av hesum var í gamla skúla í Sørvági, konsertin varð filmað og liggur nú tøk á youtube.

Holgar Jacobsen og Tórfríð Tavsen góvu í fjør út fløguna “Meðan tú svav”, ið fostraði fleiri nógv spæld løg, og sum fekk frálík ummæli.

Kanska tú svav” er eitt savn av góðum sangum. Tað er í tí inniliga og persónliga, at Holgar er sterkastur, og henda fløgan er framúr innilig og persónlig. Á hesari útgávuni hevur hann vøkru røddina hjá Tórfríð afturat sær, og saman levera tey eina framúr góða og melankolska uppliving.

Henda uppliving bleiv ikki minnið, tá man upplivdi tey á konsert, her sleppur man eisni at hoyra løg av fyrru fløguni hjá Holgar, m.a. syngur Tórfríð nøkur, ið Holgar sang á útgávuni, og gevur tað eina heilt aðra uppliving enn á fløguni. Okkurt nýtt lag var eisini á skránni.

Omanfyri sæðst øll konsertin, ið John Simonsen hevur filmað, og sum Aron Dávid Simonsen hevur sett saman.