Konsert við einum av fremstu floytuspælarum í Danmark

Floytukonsert við Toka Lund Christiansen, ein av fremstu floytuspælarum í Danmark, verður í annaðkvøld.

Ein av fremstu floytuspælarunum í Danmark vitjar í Føroyum. Konsertferðin byrjaði við einari væleydnaðari konsert í Fuglafjarðar kirkju síðsta mánakvøld, har Toke Lund Christiansen millum annað frumframførdi verkið, ”Højlyksalig” yvir lagið ”O Ægtestand” av Syðradali eftir Kristian Blak

 

Nú fáa fólk í høvuðsstaðnum høvi at hoyra hendan framúrskarandi floytuspælaran. Síðsta konsertin á føroyaferðini hjá Toka verður í Læraraskúlahøllini í annaðkvøld, fríggjakvøldið 4. mars kl. 19.30.

 

Umframt nýggja verkið eftir Kristian Blak verða verk eftir Mozart, Georges Enesco, Albert Roussel og Charles-Marie Widor at hoyra. Birgitte Schnakenburg hevur klaverfylgispælið.

 

Konsertfelagið skipar fyri konsertini.