Leygardagin tann 28. mars kemur fyrsta fløguútgávan hjá føroyska blues-bólkinum Crawling Blue. Heitið á debut-fløguni er ?The Well? - Fyri nøkrum árum síðan fekk eg fatur á einum Bob Dylan fløgusavni, ið taldi heilar 16 fløgur. Úrslitið var, at eg lurtaði eftir honum í eitt koyr. Av somu orsøk havi eg fingið sterkan íblástur frá country-tónleikinum hjá Bob Dylan á hesari útgávuni, og av tí at Brandur Jacobsen og eg hava smídað løgini saman, hava løgini fingið eitt annað ljóð, sigur Uni Reinert Debess, sangari í Crawling Blue.
Manningin hjá Crawling Blue telur fýra limir. Limirnir í Crawling Blue eru allir tónleikarar við drúgvum royndum. Í bólkinum eru Uni Reinert Debess, Brandur Jacobsen, Eyðun Johannesen og Óli Olsen.
Tað eru Uni Reinert Debess og Brandur Jacobsen, ið hava gjørt løgini á ?The Well?. Uni Reinert Debess hevur seinnu árini verið virkin blues-tónleikari. Hann var eitt nú oddamaður í Go Go Blues. Brandur Jacobsen er royndur trummusláari, og hevur spælt á nógvum ymiskum útgávum.
- Í Go Go Blues var tónleikurin sonevndur old school blues. Á hesari útgávuni er tónleikurin meira blandaður við nútímans blues, rock og country. Hetta kemst fyrst og fremst av, at samansetingin av tónleikarum í Crawling Blue og hátturin, vit leggja tónleikin til rættis, er øðrvísi enn í Go Go Blues, greiðir Uni Reinert Debess frá.
Fleiri ljóðblandarar hava havt fingrarnar í framleiðsluni av ?The Well?. Seinastu hondina eigur Óli Poulsen, sum sambært limunum í Crawling Blue fann rætta ljóðið til fløguna.
Konsertin verður í Norðurlandahúsinum 28. mars og byrjar klokkan 19.30.