Konsert við Blátt Gras í Kelduni í kvøld

(Ljóðsamrøða) Blátt Gras fara til USA at taka fløgu upp í næsta mánað

Bólkurin Blátt Gras fer 14 september til USA at innspæla eina nýggja fløgu. Teir fara í Crossroads Studio í Arden í North Carolina. Hetta er sama studio sum Zamar og Kvartettin í Betesda innspældu teirra fløgur.

 

Í kvøld klokkan 20 verður konsert við Blátt Gras í Kelduni í Skálafirði. 

 

Tað verður multitalentið David Jones sum kemur at produsera fløguna hjá Blátt Gras.

 

Konsertin í Kelduni fríggjakvøldið er ókeypis, tað verður tó ein innsavnan á konsertini har møguleiki verður at geva eina gávu til bólkin.Eftir konsertina verður ein góður drekkamunnur at fáa.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Eyðun Jacobsen um konsertina í Kelduna í kvøld.