Í Tórshavnar Musikkskúla eru trý barnakór, og í annaðkvøld - hóskvøldið 21. mai klokkan 18 - fara kórini at syngja í Hoyvíkar kirkju.
Talan er um Yngra kór, sum eru børn úr 1. og 2. flokki og Eldra kór, sum er fyri børn úr 3. til 6. flokk.
Haraftrat kemur Cantus at syngja, sum er fyri 3.-6. floksbørn, og hesi hava verið til eina upptøkuroynd.
Tilsamans fara eini 50 børn at syngja føroyskar og danskar sálmar og sangir og onkran enskan sang.
Joanna Johansen og Kári Bæk eru leiðarar hjá kórunum. Á tiltakinum í Hoyvíkar kirkju luttaka eisini Alda S. Lamhauge á floytu og Bjarni Restorff á klaver.










