Leygarkvøldið tann 9. desember klokkan 20 fer gospelkórið Vox úr Eysturoynni at hava konsert í fimleikarhøllini í Glyvra skúla.
Hetta gospelkórið varð stovnað fyri hálvum øðrum ári síðani. Kórið fekk navnið »Vox«, ið merkir »rødd« á latíni.
Kórið hevur mest sungið til tiltøk hjá Heimamissiónini. Seinasta tiltak var á landsungdómsstevnuni, sum var í Klaksvík í heystfrítíðini. Umframt hetta hevur kórið eisini sungið á einum gospel-festivali og á árliga jazz-, fólka- og bluesfestivalinum í fjør.
Kórið syngur mest gospeltónleik blandað við eitt sindur av discorútmum av og á.