Eysturoyarbólkurin "Tollarar og Syndarar", ella bara T.O.S. hevur konsert í Tøting í Syðrugøtu í kvøld klokkan 20.
T.O.S. spælir øðrvísi gospeltónleik við margfeldum tónleikastílum.
T.O.S. ætlar at framføra næstan somu skrá, sum teir framførdu á summarfestivalinum í Klaksvík. Bárður á Lakjuni segði við Rás2 ígjár, at hann heldur, at hølini hjá Tøting fara at ganga væl í pakt við tónleikin hjá T.O.S.