leygardagin kl 13:00 hava føroyingar og danir í Keypmannahavn høvi at uppliva The Dreams á palli uttanfyri Amagerbio. Góðir danskir bólkar fara eisini at framføra The Dreams, sum seint sama dag spæla í Næstved, liggja framvegis nummar 1 fyri aðru viku á rað á Danmarks Radio Boggielistanum, har ungir danskir fjepparar atkvøða via sms/mail.
Stóra danska avísin BT skrivar at Martin, sum vann danska X-factor kappingina, fær kapping frá The Dreams á Boggielistanum. Seinasta mánaðin hava 500.000 gestir vitjað nýggju heimasíðuna thedreams.dk og produsarin Lars Chief 1 Pedersen, hevur skapað kontakt við týska og japanska marknaðain. Bólkurin framførir fleiri konsertir í summar. Chief 1 er ein respekteraður og kendur persónur innan tónleik í Skandinavia. Hann innførdi hipp hopp tónleikin í 80´unum, hevur produserað nógv stór hitt, var eisini ein av dómarunum í sendingini Stjerne For En Aften og starvast hvøn dag í egnum studio í Vanløse, har flestu stóru tónleikastjørnur javnan vitjað.
Lars Chief 1 trýr veruliga uppá at The Dreams kunnu fáa gjøgnumbrot á heimsmarknaðinum - uttan iva, sum hann tekur til.
Konsertin er ókeypis.