Konsert við stuðli til Rumenien

Leygarkvøldið kl. 19 verður forvitnislig konsert hildin í Badmintonhøllini í Klaksvík, har ikki færri enn átta bólkar og einstaklingar fara at taka lut. Tað eru fólk aftanfyri Calarasi-missiónina sum skipa fyri hesi ókeypis konsertini. Henda missiónin hevur sett sær sum mál at stuðla teimum allarveikastu í eystureuropeiska landinum, Rumenien. Hetta verður serliga gjørt við at lata útgerð og møblar til sjúkrahúsini í býunum Budesti og Otelnita.

Í løtuni verður útgerð savnað saman til at fara enn eina ferð niður hagar. Hetta verður gjørt tá tað fer at vára aftur.

Við konsertini ynskja stigtakararnir at savna pening saman til tess at dekka útreiðslurnar av komandi ferðum til Rumenien.

Teir átta bólkarnir og einstaklingarnir sum fara at luttaka leygarkvøldið eru hesir: Oasubrøðurnir, Oddbjørg Poulsen, Heini Lützen, Hallmar og Jógvan, Hanna og Terji, Manskórið úr Thabor í Fuglafirði, Randi Nolsøe og Ecclesia. Hálvan tíma undan konsertini fer at harmonikubólkur at spæla.

Konsertin er ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til arbeiðið hjá Calarasi-missiónini við eina innsavning.

Nevnast kann, at næstkomandi vikuskifti skipar Calarasi-missiónin fyri missiónsstevnu í Skopun, har greitt verður frá arbeiðinum hjá teimum í Rumenien.