Virðislønta strúkaratrioin Sirenerne úr Danmark hevur sunnudagin konsert í Norðurlandahúsinum. Tær framføra tónleik eftir unga tónaskaldið Tine Surel, sum er frá Vesterålen í norður Noregi. Til hesa konsertina fer eisini føroyski leikarin, Beinta Clothier, at lesa úr sagnini Kópakonan.
Sirenerne
Norðurlandahúsið
Sunnudagin 17/2 kl. 16.00