Konsert við Sang- kórinum í Siloa

-

Leygarkvøldið 18. des. kl. 20.30 fer Sangkórið í Siloa, Fuglafirði undir leiðslu av Eyðun á Lakjuni at hava jólakonsert í nýggju høllini á Studentaskúlanum á Kambsdali.

Skráin verður rættuliga fjølbroytt við bæði nýggjum og gomlum jólasangum og -sálmum. Kórið fer bæði at framføra a capella og saman við orkestri. Í hesum sambandi hevur kórið fingið tríggjar ungar menn at hjálpa sær við undirspæli. Hans Poulsen, klaver, Rúna Lómstein, bass og Bjarna Jøkladal, guitar. Eisini fara vit at hoyra Bárð á Lakjuni leika á tvørfloytu.

Solistar verða eisini at hoyra saman við kórinum á konsertini. Hanna Eliasen fer t.d. at syngja sangin av jólafløguni hjá Mariah Carey: »Jesus, Oh what a wonderful Child«.

Konsertin, sum sjálvandi er almenn er eisini ókeypis.