Svenski gospelsangarin, Roland Utbult vitjar Miðflokkin hetta vikuskiftið. Roland Utbult, sum situr í svenska ríkisdegnum fyri flokkin, Kristdemokratarna hevur verið gestarøðari á landsfundi Miðfloksins hetta vikuskiftið.
Roland Utbult fer kortini at geva sær tíð til at hava eina gospelkonsert meðan hann er í Føroyum. Í kvøld klokkan 21 verður konsert við Roland Utbult í Kelduni í Skálabotni. Tað er ókeypis at sleppa til konsertina.
Á konsertini fer Roland Utbult at syngja eldri og yngri sangir, sum hann sjálvur hevur skrivað og gjørt løg til.