Konsert við Noteable

Danska kórið Noteable syngur várið inn við eini rytmiskari konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin 28. apríl klokkan 16:00.

Rytmiska kórið Noteable varð stovnað í 1998 í Keypmannahavn og hevur síðan stovnanina sungið mest úr rytmisku greinini. Í kórinum eru 25 sangarar, og síðani juni 2012 hevur danska/føroyska Katrina Petersen verði kórleiðari.Kórið hevur fyrr verið á konsertferð í Berlin, Budapest og Rotterdam. Tey gleða seg sera nógv at koma til Føroyar, har tey skulu hava tvær konsertir.Á konsertini í Norðurlandahúsinum kemur Noteable bert at syngja satsir frá nøkrum av kendastu singer-songwriterunum í løtuni. Bæði donsk og útlendsk løg eru á skránni, og tey eru a capelle ella við klaverfylgispæli í upp til 8-ræddaðar útsetingar.Áhoyrarar á konsertini fara m.a. at kunna droyma seg burtur í balladum av Imorgen Heap og Coldplay, groova við til hits hjá Stevie Wonder og Des’ree, nynna við til melodiskar tónar frá Kasmir og Lis Sørensen og læra sangir frá Haiti at kenna.Konsertin varðar áleið 1 tíma.Les meira á www.noteable.dk