Konsert við musikkskúla miðnámi

Í dag klokkan 16.00 verður konsert við solistum úr Musikkskúla Miðnámi í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Konsertin er sera fjølbroytt, har ið ungu tónleikararnir fara at framføra solo á sínum ljóðføri.

Tvær væleydnaðar konsertir hava higartil verið á tónleikaátakinum FramRás, ið er í hesum døgum. Hóskvøldið framførdi Aldubáran og í gjárkvøldið hevði kórið Tarira konsert.

Á skránni er tónleikur eftir Chopin á klaver, Bach á bæði solo trompet og sello, brasilianskir gittartónar hjá Villa-Lobos, forkunnugir jazz-tónar á vibrafon, smektandi floytuspæl og solo-sangur, har ið sangarinnan Jensia Dam, sjálv hevur skrivað løgini.

Ungu spírarnir av Musikkskúla Miðnámi, ið framføra eru:

Rúni Hentze, trompet - Oluf Dam, klaver - Jan Rúni Poulsen, vibrafon - Maria Olsen, gittar - Marta T. Johannesen, floyta - Kristina á Váli, sello - Jensia Dam, sangur

Ein sera fjøbroytt skrá, har ið ungu tónleikararnir greiða frá tónleikinum, ið tey framføra.

Konsertin, ið er partur av tónleikaátakinum FramRás, varir í slakan tíma og er ókeypis.