Konsert við Marius í Mentanarhúsinum

Marius eru júst afturkomnir til Føroya, eftir at hava verið á konsertferð í Týsklandi seinastu tíðina. Teir eru tí sera væl upplagdir til eina konsert heima á klettunum, verður sagt úr Mentanarhúsinum í kvøld.

 

Konsert verður við bólkinum Marius í Mentanarhúsinum í næstum. Tað boðar Mentanarhúsið frá í kvøld. Teir spæla á festivalum og annað í summar, men áðrenn hetta fáa fjepparar høvi at hoyra teir í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið 26. apríl klokkan 20.00.

 

Teir ið mannað bólkin eru: Hans Marius Ziska, Heðin Z. Davdsen, Brandur Jacobsen og Allan Tausen.

 

Hetta boðar Mentanarhúsið frá í kvøld.