Norðuratland bryggjan kann nú bjóða eina seinsummarkonsert við kendu føroyska songkvinnuni Lenu Andersen.
Á hennara seinastu útgávu, Eagle in the Sky, frá 2016, hevur hon meiri enn áður flutt seg nærri at sínum Norðuramerikanska uppvøkstri. Tann heldur fløkjasligi uppvøksturin í Kanada hevur verið drívmegin á hesu útgávuni. ”Nógvar av mínum upplivingum hava ein smakk av myrkursins avkrókum, men eg ynski, at mín tónleikur skal vera skínandi og umfevnandi. Menniskjað hevur brúk fyri vón, og tað vil eg fegin geva við mínum løgum”.
Á Norðuratlants Bryggjuni kann ein gleða seg til at hoyra løg úr allari yrkisleiðini hjá Lenu Andersen.