Mikukvøldið 4. juni kl. 19.30 verður konsert við Kongaligu Operuni í Norðurlandahúsinum. Luttakandi solistarnir eru:
Anne Margrethe Dahl, sopran
Tuva Semmingsen, mezzosopran
Niels Jørgen Riis, tenor
Christian Christiansen, bass
Harumframt hevur Leif Greibe klaverfylgispæl,
og Henrik Engelbrecht er frásøgumaður.
Fleiri av kendastu operaperlunum verða framførdar - m.a. úr Gandafloytuni, brúdleypi Figaros og Cosi fan Tutte eftir Mozart, úr Carmen eftir Bizet, La Traviate eftir Verdi og La Bohème eftir Puccini.
Atgongumerki á kr. 200 fáast á www.nlh.fo