Virðislønti bólkurin Afenginn hevur funnið saman við føroyskum tónleikarum og mynda nú bólkin Klingra.
Fleiri føroyingar kenna óivað útgávuna Klingra hjá Afenginn, sum vann eina FMA fyri bestu útgávu og besta tekst í ár. Fleiri føroyingar góvu sítt íkast til útgávuna, og samstarvið royndist so væl, at ein nýggjur bólkur spurdist burturúr: Klingra
Sjálvir siga teir, at tónleikurin sveimar á markinum millum klassiskan og rútmiskan tónleik. Ella er talan um eina heilt nýggja tónleikagrein nevnd “indie klassiskt”.
Bólkurin er mannaður við tónleikarum úr Danmark, Finnlandi, Norra, Letlandi og Føroyum.
Nú er Klingra til reiðar við nýggum tónleiki, sum teir frumsýna í Norðurlandahúsinum 8. desember kl. 19.30.
Manning:
Kim Rafael Nyberg:
Komponistur og klaver og keyboards
Dánjal á Neystabø:
Komponistur og teksthøvundur, tangentar og syngur
Mikael Blak:
Keyboards og bass
Heðin Ziska Davidsen:
Elektronikk og Guitar
Angelika Nielsen
Viola
Alexander Kraglund
Violin
Per Ingvaldur Højgaard Petersen
Trummur og slagverk
Romas Komar
Ljóðdesign
Suni Joensen
Ljósdesign