Summartónar konsert við KATA verður á Listasavni Føroya sunnudagin 13. august kl. 16.
Kata er Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen, Greta Bech, Unn Paturson og Eyð Berghamar Jacobsen. Á konsertini fara tær millum annað at syngja nýkomponerað tilfar.
Stór list - nýggj serframsýning á Listasavninum
Opin frá 11. til 28. august
Framsýningin "Stór list" er eitt úrval av verkum frá savninum á Listasavni Føroya. Á listaframsýningum er ofta neyðugt at fara tætt uppá verkini: her er eisini gott at fara longur burtur. Verkini hava nevniliga tað til felags, at tey eru stór í vavi.
Á framsýningini eru verk hjá Ole Wich, Ingálvi av Reyni, Jónu Rasmussen, Titu Vinther, Edwardi Fuglø og Guðrið Poulsen