Eitt av teimum mongu frálíku kórunum her á landi, Havnarkórið, fer um vikuskiftið at hava tvær konsertir á høvuðsstaðarleiðini.
Leygardagin klokkan 17.00 verður tann fyrra og hon verður í Kommunuskúlahøllini klokkan 17, og tann seinna verður í Argja Skúla sunnudagin kl. 17.00.
Skráin er sera fjølbroytt. Føroyskir sangir, norðurlendsk summarløg, madrigalir og kórsangur eftir Johs. brahms, umframt onkur negor spiriutals eisini verður tikin við.
Annars er Havnarkórið enn einaferð farið undir eitt av teimum stóru verkunum.
Í fjør vandi kórið Händels »Messias« og í ár er tað »Ein deutsches Requiem« eftir Brahms, sum verður framført til heystar.
Hóast tað, so hevur kórið eisini funnið sær stundir at venja meira »vanliga« kórsang, og tað er so tað, sum áhoyrararnir fáa at hoyra um vikuskiftið.










