Konsert við Hanusi í Sólarmagn

Lagt er upp til eina heilt serliga og intima tónleikauppliving, tá Hanus G. Johansen í kvøld spælir konsert í Sólarmagn á Velbastað. Við plássi fyri einans 50 áskoðarum er Sólarmagn millum minstu konserthøli í landinum, lurtarin kemur sostatt heilt tætt at einum av størstu føroysku mentunardýrgripunum í hesum lítla hugnaliga høli.

 

Sólarmagn liggur í vakrastu náttúru við útsýni yvir Kolturssund. Konsertin legarkvøldið verður tann fyrsta í eini røð av hesum serligu intimkonsertum við fólkakærum tónleikarum í Sólarmagn. Næsta konsertin verður við einum av Velbastað og síðani vitjar Eivør í januar.

 

Ljóðmyndin í Sólarmagn er sera góð, tí verður hølið ofta brúkt, tá føroyskir tónleikarir gera ljóðupptøkur. Áhoyrarir kunnu sostatt vænta tónleikagóðsku, sum er einastandandi í landinum.

 

Dyrnar lata upp kl. 19:00 og atgongumerki á kr. 165 fáast á Kunningarstovuni í Havn.