Í kvøld 14. juni hevur Hanus G. Johansen konsert á Seglloftinum á Tvøroyri. - Tað er okkum ein stór gleði at bjóða tykum til eitt kvøld saman við Føroya størsta fólkasangara, siga fyriskipararnir frá.
Fløguaktuelli klaksvíkingurin leggur leiðina framvið og fer at bertaka við síni fantastisku rødd.
Eftir konsertina spælir Trondur Enni til musikk kafé.
Konsertin byrjar kl. 22 og kostnaður er 100 kr.