Hanus G. Johansen fer enn einaferð at trína á pall mikukvøldið 28. desember klokkan 20 á Tjóðpalli Føroya við nýggjum løgum til, ikki áður framførdar, yrkingar hjá Poul F.
Sum áhoyrari kann man ikki annað enn gleða seg til at verða gripin av mergjaðum lívgevandi hugleiðingum um ørandi ást, rotinskap, fosturlandið, fanan, deyðan og gud.
Síðsta ár hevði Hanus nakrar líknandi útseldar konsertir. Seinni kom nógv rósta fløgan, »Hørpuspælarin - Hanus syngur Poul F.« á marknaðin. Tá Hanus kom við nýggja tónleikinum til Poul F. yrkingar síðsta ár vóru mong beingin fyri, at tað ikki fór at liva upp til nógv elskaðu »Gaman og Álvara - Hanus syngur Poul F.« frá 1988. Men, nýggja útgávan stóð einki aftan fyri ta fyrru - kanska tvørturímótið.
Nú opnast dyrnar til føroyska tónleikasøgu aftur. Hanus ætlar sær aftur í studio, men ætlar fyrst at framføra tónleikin live saman við Mikael Blak, Magnusi Johannesen og Benjamin Petersen. Tey sum hava hug og eru nóg skjót kunnu koma við til ekslusivu heims-frumframførsluna av teimum nýggjastu løgunum. Tað verður í smáu hølunum hjá Tjóðpalli Føroya, har pláss einans er fyri knapt 100 fólkum.











