Høgni Lisberg spælir um vikuskiftið fleiri útgávukonsertir. Hettar er í samband við nýggju útgávuna "CON MAN", sum eitt nú Uni L. Hansen gav 6 av 6 stjørnum í Dimmu her fyri.
Høgni hevur afturat sær til hesar konsertirnar Benjamin Petersen á guitar, Knút H. Eysturstein á synth og klaver, Mikael Blak á synth og bass, og Una Árting og Jan Rúna Poulsen á dupult-trummusett.
Í gjár var ein konsert í Norðurlandahúsinum, og í kvøld verður ein konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði klokkan 21.30.
Konsertin í Mentanarhúsinum er partur av stóru mentanarvikuni í Fuglafirði.
Til ber at lesa meira um Høgna á facebook síðuni: facebook.com/HOGNIMUSIC