Hóskvøldið 8. nov. verður spennandi konsert við Eivør Pálsdóttir og orkestri í aulini í Studentaskúlanum í Hoydølum. Við Eivør á pallin fara Edvard N. Debess, Rógvi á Rógvu, Benjamin Petersen, Ása Wraae, Graham Henderson og Chris Hertzberger. Eivør hevur seinasta árið spælt rættiliga nógv saman við Edvard, Rógva, Benjamin og Magnus og eru tey við tíðini blivin eitt vælleikandi team, men av tí at konsertin er ein undankonsert í sambandi við stóra koncert í Íslandi og Magnus ikki kundi koma við til Ísland, kemur Graham Henderson allan vegin úr Frankaríki at spæla keyboard, meðan Chris Hertzberger kemur úr týsklandi at spæla violin. Graham og Chris vóru báðir við á G! festivalinum og á konsertunum í Írlandi í august. Ása Wraae sang við Eivør fyri fyrstu ferð á G! og hevur síðan verið við Eivør á fleiri konsertum.
Eivør gleðir sera nógv at sleppa at gera sína egnu konsert og vit eru ivaleyst fleiri, ið gleða okkum til at fáa eina heila konsert við Eivør. Eivør hevur ikki hava sína egnu konsert í Føroyum síðani útgávukonsertina saman við Bill Bourne í 2004.
Á konsertini fara vit m.a. at hoyra løg av nýggjastu fløguni ?Mannabarn?, men eisini vera onkur gomul løg at hoyra í nýggjum hami.
Tað verður bert ein konsert í Føroyum, tí bólkurin víðari til Íslands at spæla fríggjadagin. Konsertin í Íslandi er stór almenn konsert í sambandi við at íslendski Sparisjóðurin fyllur 100 ár. Konsertin verður hildin í einum innandura fótbóltsvølli í Reykjavík.
Atgongumerki til koncertina í Hoydølum kunnu keypast á Kunningarstovuni í Havn og Kunningarstovuni í Runavík. Tað er avmarkað atgongd.