Í hesum døgum vitjar Mandskoret Sønderborg í Føroyum. Við kórinum eru um 40 mans, harav tann eini er Óli Jacobsen úr Havn, men sum starvast sum yvirlækni í Sønderborg.
Tað sjáldsama við kórinum er, at tað er ein kvinna sum stjórnar hesum sangglaðu monnunum. Talan er um Helle Damkjær, sum hevur stjórnað manskórinum síðani á vári í fjør.
Tvinnandar konsertir verða á hesi Føroyavitjanini. Tann fyrra verður í Norðurlandahúsinum í kvøld, og tann seinna leygardagin í Gøtu kirkju.