Konsert við Akon endaði í ruðuleika

Ein ókeypis konsert við Akon, ið varð hildin í Fields í Keypmannhavn í gjár, endaði í einum bardaga í millum løgreglu og áhoyrarar. Senegalski/amerikanski rapparin Akon hevur ofta verið blandaður í ymisk sløg av ósemjum, og hetta hendi enn eina ferð í gjár til eina konsert í Fields.

Hesaferð sær tað tó út, at rapparin ikki hevði skyldina í, at løgreglan varð noydd til at blanda seg í hansara framførslu.

Akon varð biðin um at framføra í stóru sølumiðstøðini Fields í Keypmannahavn, men longu áðrenn hann var liðugur við triðja sangin, fór eldávaringarskipanin í gongd, og av tí endaði alt í einum ruðuleika, sambært Ekstrablaðnum.

 

Løgreglan metir, at tað vóru umleið 3000 áhoyrarar til konsertina. Hetta er umleið 1000 meiri, enn tað í veruleikanum var pláss til.

Tey mongu fólkini gjørdu eitt stórt trýst, og longu ein tíma áðrenn framførsluna, hevði sløkkiliðið verið í sølumiðstøðini við fleiri sjúkrabilum fyri at hjálpa gestum, ið vóru svímaðir.

Hóast tað, fór Akon á pallin kl. 18, men tað varð ein stutt njótan fyri teir flestu gestirnar, ið fingu færri enn tríggjar sangir frá rapparanum.

 

Løgreglan royndi, eftir steðgin av konsertini, at tøma sølumiðstøðina fyri at finna útav, hví eldávaringarskipanin var farin í gongd. Løgreglan fortelur, at fleiri ung lupu á tey, meðan onnur kastaðu við battaríðum og líknandi.

Sambært Ekstrablaðnum tók løgreglan trý ung, og tvey av teimum eru stevnd fyri harðskap móti løgregluni.

 

Kl. 21 var alt komið í rættlag aftur í Fields, og løgreglan kundi staðfesta, at ongin tekin vóru um eld.