Í kvøld klokkan 19 verður stór konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við fleiri áhugaverdum luttakarum. Á konsertini luttaka bæði einstaklingar á bólkur. Tey, sum fara at framføra, verða Helgi Midjord, Sámal Ravnsfjall, Niels Midjord og Hanus G. Johansen. Eisini verður bólkurin Leadberry við.
Kostnaðurin fyri hetta tiltak er 150 krónur.
Í Fuglafirði vænta tey eitt sera áhugavert tiltak, tá konsertin verður ein blandingur av bæði kendum og minni kendum andlitum.
Flestu kenna Helga Midjord, Sámal Ravnsfjall, Niels Midjord og Hanus G. Johansen. Minni kendur men tó ikki minni áhugaverdur er bólkurin Leadberry, sum eisini verður at hoyra á konsertini í Mentanarhúsinum, sum byrjar í kvøld klokkan 19.










