Konsert í Vágs Kirkju í kvøld

Í kvøld verður konsert í Vágs Kirkju við Tvøroyrar Hornorkestri Tvøroyrar Hornorkestur hevur í kvøld konsert í Vágs Kirkju. Hetta er partur av ferð, sum orkestrið er á í løtuni. Í vikuni var konsert á Tvøroyri, í kvøld er konsert í Vági, og um vikuskiftið verður Tvøroyrar Hornorkestur við á árligu musikkstevnuni.

Á ferðini norðanfjørðs er Tvøroyrar Hornorkestur sostatt eisini við, tá tiltikni tónleikalærarin og íverksetarin, Hugh Watkins, verður heiðraður. Watkins var á sinni við til at seta Tvøroyrar Hornorkestur á stovn.

Tvøroyrar Hornorkestur var á páskum á venjingartúri í Íslandi, og hevði eisini konsert har, so orkestrið er væl fyri.

Konsertin í Vágs Kirkju í kvøld verður klokkan 19:30.

Í Tvøroyar Hornorkestri spæla horntónleikarar úr allari Suðuroynni.