Fríggjakvøldið 23 mai kl. 18.30 hevur Kirkjukórið Ljómur várkonsert sína í
Vágs Kirkju. Umframt Ljóm, luttekur eisini barnakor úr Vágs skúla við børnum úr 1. og 2. flokki. Tey fara at syngja nakrar fittar barnasangir, sum tey hava lært frá Cindy Mensonides.
Á skránni hjá Ljómi vera vanligir føroyskir summarsangir og høvuðsverkið verður St. Martinus-Messan av Johann Kircher. Hendan messan, sum umfatar 6 satsir, varð framførd til hámessuna í Tvøroyrar Kirkju Kr. Himmalfartsdag, tá ið kirkjan fylti 100 ár.
Lars Mensonides fer at framføra á urguna fantasi yvir ?Vor Gud han er så fast en borg? og eisini verður felagssálmur á skránni.
Unga parið Lars og Cindy úr Hollandi, sum í løtuni búgva í Suðuroy, duga bæði at stjórna kór ? men til hesa konsertina verður tað Cindy, sum fer stjórna, meðan Lars hevur fylgispæl á urguni.
Ì Ljómi eru luttakarar úr allari Suðuroynni og kórið vil gjarna hava nýggjar sangarar at koma við eftir summarsteðgin. Hóast summarið erí hæddini, vónar Ljómur, at fólk fara at geva sær stundir at koma og njóta eina hugnaliga sangløtu í Vágs kirkju saman við teimum.









