Konsert umborð á Høganesi

Nú fríggjakvøldið 24. mai verður aftur konsert umborð á sluppini »Høganesi« í Runavík. Bólkarnir, ið fara at spæla, eru »Í Eb-inum« og »Tourist«.

TÍÐINDASKRIV

»Í Eb-inum«, sum í komandi viku fara í upptøkuhøli at taka upp eina nýggja fløgu, eru Heðin Ziska Davidsen, ið spælir el-gittar, Mikael Blak, ið spælir kontrabass, Óli Olsen, ið spælir Fender Rhodes (el-klaver), og Brandur Jacobsen, ið spælir trummur. Hesir tónleikarar eru allir kendir úr mongum ymiskum bólkum og tónleikaligum sambondum, eitt nú »Hatespeech«, »Shalder Geo«, »Ivory«, »Clickhaze« og »Enekk«. Tónleikurin hjá »Í Eb-inum« er heimagjørdur; serliga er tað gittarleikarin Heðin Z. Davidsen, ið hevur gjørt løgini, ið bera dám av jazzi, rokki og øðrum.

Bólkurin »Tourist« er rættiliga nýggjur. Teir, ið manna bólkin, eru eysturoyingarnir Ólavur Hansen, sang og kassagittar, Torfinnur Jákupsson, el-gittar, Knút Eysturstein, ljómborð og Jens L. Thomsen, bass, og havnarmaðurin Brandur Jacobsen, trummur. Stílurin hjá »Tourist« sigst vera skyldur nakað við nøvn sum Jeff Buckley, Muse, Radiohead og onnur. Fleiri av tónleikarunum í »Tourist« eru kendir úr øðrum bólkum; Knút spælir í Marigold, Jens spælir bass í »Clickhaze« og Brandur, trummuleikarin, sum fyri stuttum gav egna fløgu út við heitinum »Seventh Heaven«, spælir í mongum ymiskum bólkum, eitt nú »Ivory« og »Yggdrasil«.

Konsertin umborð á »Høganesi« fríggjakvøldið 24. mai byrjar klokkan 21.00.