Konsert á Trøllanesi í kvøld

Í sambandi við Summartónar verður konsert á Trøllanesi í kvøld klokkan 19:30.

 

Í Sosialinum i kvøld er av misgávum komið at standa, at konsertin er í annaðkvøld, leygarkvøldið, men hon er altso í kvøld.

 

Kristian Blak frá Summartónum vónar ikki, at fólk fara norður til Trøllanesar til fánýtis í morgin, og biðjur okkum tí boða frá hesum, at konsertin við Thomas Loefke og Angeliku Nielsen er í á Trøllanesi í kvøld.