Tónleikurin er skrivaður av Teiti, sum í samstarvi við felagsskapir og skúlar í Norðurlondum hevur vent sær til tannáringar við einari røð av spurningum fyri at fáa innlit í heim teirra ungu. Úrslitið av verkætlanini gjørdist TEENS – Spurningar til tannáringar, ein røð av sangum, skrivaðir við íblástri úr svarunum, tey ungu komu við, til danska Ensemble MidtVest og tríggjar sangarar.
Ensemble Midtvest úr Danmark samansetir tónleikaupplivingar við popptónleiki og klassiskum tónum. Á konsertini hava tey strúkarar, blásarar og klaverleikara.
Keyp atgongumerkið á nlh.fo
##med2##
##med3##
##med4##