Konsert á Seglloftinum

Leygarkvøldið er forvitnislig konsert á Seglloftinum á Tvøroyri og aftaná er dansur Leygarkvøldið verður stuðulskonsert á Seglloftinum á Tvøroyri. Bólkarnir spæla óleypis og innkomni peningurin fer til keyp av ljóðanleggi, sum eitt tónleikafelag skal eiga, og sum so skal nýtast til alskýns tiltøk.

Á konsertini leygarkvøldið spæla Froðbiar Sóknar Bluesorkestur,Trygvi Strøm, Deiggj, Dagfinn Olsen og Uni R. Debess og Tróndur Enni. Aftaná er dansur og bólkurin Ergo leggurfyri, men møguleiki er hjá øllum tónleikarurnum at fara á pallin seinni.

Konsertin byrjar klokkan 21:00 á Seglloftinum á Tvøroyri.