Leygarkvøldið 28. desember verður konsert í Reinsarínum við Fróða Hansen og bólki, og eisini verður høvi at hoyra Bjarka Hansen saman við Jens Marna Hansen framføra nøkur løg.
Kvøldið byrjar við, at Bjarki Hansen, ársins sangari 2018, og Jens Marni Hansen framføra nøkur løg hjá Bjarka.
Síðani koma Fróði Hansen og manning á pallin at framføra Hola, føroysku útgávuna hjá Fróða, sum kom út í summar, umframt eldri løg, ið Fróði hevur útgivið.
Manning hjá Fróða telur:
Mattias Kapnas, Bartal Augustinussen, Torleik Mortensen og Hjørtur Pætursson Háberg.