Konsert á Reinsarínum fríggjakvøldið

Konsert verður fríggjakvøldið kl 20 á spælistaðnum Reinsarínum í Havn. Bendar Spónir, Oniontree, 3st og Trygvi og Rasmus spæla Bendar Spónir eru fimm ungir dreingir, sum elska at jamma. Spæla droymandi prog-sýru-rock, íblást mest av 60-70´ara bólkum, og annars gerandisdegnum. Halda til á loftinum í MargarinFabrikkini. Hetta verður helst síðsta konsert í Føroyum, áðrenn bólkurin fer avstað á konsertferð til India.

Oniontree eru 3 dreingir. Spæla alternativ rock. Nýta bass, trummur, gittar, sang. Inspireraðir av m.a. Angels and Airways og Rise Against. Hetta er fyrsta almenna konsert teirra. Ikki tí teir ikki hava spælt nógv, men alt hevur verið til føðingardagar og tílíkt.

3st er ein bólkur mannaður av 4 tónleikarum. Teir spæla harðan pop, ið er ringur at seta í bás. Teir hava verið til í nøkur ár, men hava skift manning fyri uml. ½ ári síðani. Sangarin, bassleikarin og gittarleikarin eru úr Kollafirði, og trummuspælarin er ein ektaður reyðhardur havnamaður.

Havnamenninir Trygvi og Rasmus eru ávíkavist 17 og 15 ár, og spæla teir saman í bólkinum Sixtyeight. Fríggjakvøldið vera teir tó at hoyra bert við tveimum akustiskum gittarum gittarum og teirra náttúrgivnu røddum, tá teir fara at framføra løg, sum teir sjálvir hava yrkt og sett lag til. Væntast kann ein intim, kensluborin og til tíðir flipput framførsla frá ungu gørpunum.?

 

Bólkarnir kunnu kannast nærri á www.myspace.com/bendarsponir.com

www.myspace.com/oniontree.com

www.myspace.com/3st.com