Suðuroyar Concert Band hevur konsert í Porkeris Skúla sunnudagin klokkan 15;30. Hetta er bólkur, sum er settur saman av tveimum næmingabólkum í Suðuroynni. Ein undir leiðslu av Oddur Hentze og hin undir leiðslu av Ulf Nordlund.
Saman eita tey Suðuroy Concert Band og í næstum fara tey eini 50 í tali tónleikaferð til Hetlands. Ætlandi skal mentanarsamstarv koma burturúr ferðini.
Næmingarnir hava eisini roynt seg sum kongaligir veitarar av tónleiki. Tá krúnprinsurin og Mary vitjaðu í Vági, spældu nakrir næmingar undir leiðslu av Ulf Nordlund uppá veðrahorn. Mary fekk eisini eitt slíkt til ognar.
Ulf fann fyri tveimum árum síðani uppá at gera ljóðføri burturúr vøkrum veðrahornum. Hetta vant uppá seg og eftir kongaligu vitjanina, har m.a. danskt sjónvarp tók søguna um hornini upp, er avtala gjørd um eini 1500 horn til tónleikaseljarar úti og heima.
Mary fegnaðist, meðan danskt sjónvarp tók upp, um veðrahornið, ið hon fekk til ognar. Ulf Nordlund greiddi frá hesi søguni:
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Der var engang en mand hvis kone var frugtsommelig. Imidlertid udviklede barnet sig ikke
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$som det skulle. Han gik derfor hen til troldmanden og spurgte om han kunne hjælpe.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Troldmanden hidkaldte en fe, der sagde: Du skal gå ud i skoven og finde et horn fra en enhjørning eller allerbedst fra en vædder. Så skal du rette hornet op mod solen og blæse to
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$klare toner. Hvis du kan det, vil dit barn både blive smukt og yderst velskabt!
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Mary vildi beinanvegin royna seg, men krúnprinsurin minti á, at maðurin skuldi blæsa og hann blásti vakrar tónar.
Eftir hetta kom í sjónvarp, er søgan um veðrahornini vorðin kend.
Næmingarnir eru á venjingarlegu um vikuskiftið í samband við ferðina til Hetlands og sunnudagin er konsert í Porkeri klokkan 15:30










