Konsert og frágreiðing um konsertferð

Monika Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen fara at framføra og siga frá í Leirvíkar Bátasavni hósdagin 5. mai.

Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara fara at framføra í Leirvíkar Bátasavni hósdagin 5. mai klokkan 16. Tey bæði hava spælt nógvar konsertir saman, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Í apríl í ár vóru tey á konsertferð í USA, og hetta var aðru ferð, at tey vitjaðu í USA.

 

Á konsertini í Leirvíkar Bátasavni hósdagin fara tey eisini at greiða frá túrinum í Tucson, Arizona í USA. Á skránni er virtuosur og vælljómandi tónleikur eftir eitt nú Paganini, Giuliani, Beethoven og Kreisler.

 

Violin og gittari eru aldargomul ljóðføri, ið nógv tónaskøld hava skrivað tónleik til.

 

Paganini, ið annars er kendur sum hin mætasti violinleikarin nakrantíð, leikti sjálvur á gittara, og er bæði solostykki og nógvur kamartónleikur fyri gittara frá hansara hond.

 

Mauro Giuliani, ið oftani verður nevndur - gittarans Paganini - var sera nógv eftirspurdur sum tónleikari, og spældi hann javnan á konsertum við mætum tónleikarum sum eitt nú Rossini.

 

Monika Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen hava lagt seg eftir at seta skránna saman, so hon hevur tónar úr tí serstaka bel canto-tíðarskeiðnum, norðurlendskar tónar eftir Grieg, okkurt serstakt hjá Beethoven, ein brellbita av ungverskum Czardas og smærri solostykki.

 

Eingin steðgur verður á konsertini í Leirvík, men eftir konsertina eru øll vælkomin at steðga á til ein drekkamunn og eitt prát, meðan møguleiki er at njóta hugnaliga umhvørvið á savninum.