Fleiri tónleikatiltøk eru í Suðuroynni fyri jól. Leygarkvøldið eru dansitiltøk og sunnudagurin hevur ymiskt áhugavert at bjóða.
Sunnudagin klokkan 16 hevur Kirkjukórið Ljómur jólakonsert í Vágs kirkju. Brandur Enni og Guðrun Jacobsen taka lut við sangi.Stóra Pakkhús skipar sunnukvøldið fyri jólacafé. Har fáast gløgg og holukøkur. Góður tónleikur verður at hoyra, tá Klaus Telling setist við klaverið og Brandur Enni og Guðrun Jacobsen syngja.