Konsert í nýggja spælistaðnum

Konsert við Guðrið Hansdóttir, The Story Ends og Knút Háberg Eysturstein í nýggja spælistaðnum Reinsarínum í Tórsgøtu. Fríggjakvøldið 20. juni verður konsert við Guðrið Hansdóttir, ið fer at framføra nýggj og eldri løg við bólki - spæliglaða havnarbólkinum The Story Ends og Knút Háberg Eysturstein, ið júst hevur verið í Lundgaard Studio í Danmark og upptikið hansara næstu útgávu. Konsertin byrjar kl. 21 og atgongumerki á 100 kr fáast í Kunningarstovuni og við dyrnar.