Konsert í Mentanarhúsinum í kvøld

Konsert verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld, har 3 bólkar fara á pallin Mentanarhúsið í Fuglafirði er í kvøld karmur um eina konsert, har 3 bólkar fara á pallin. Bólkarnir eru eru Ineptus, Synarchy og Nátt.

Bussar koyra úr Havn klokkan 20:00 og av Strondum og Toftum klokkan 20:30. Ringjast kann á telefon 225220.

Tað er Kvøldseturátakið, ið skipar fyri.

Mentanarhúsið er opið í kvøld frá klokkan 21.00.