Konsert í Kelduni

Fríggjakvøldið verður konsert í Kelduni í Skálafirði. Kvartettin í Betesda, bólkurin Zamar og Betesda duettin fara at syngja og spæla. Bæði Kvartettin í Betesda og Zamar hava givið nýggjar fløgur út í ár, og sangir av hesum útgávu verða at hoyra. Eisini verður onkur jólasangur sungin.

Kvartettin í Bestesda, Zamar og Betesda duettin
Keldan í Skálafirði
Fríggjakvøldið 13/12 kl. 20.30